
Sjóvinna
Okkara mál er altíð at finna praktiskar og effektivar loysnir, sum gera arbeiðið lættari og framleiðsluna betri.
Frá byrjan
Hava vit arbeitt miðvíst fyri at veita skipum við bryggju í Føroyum eina dygdargóða og álítandi tænastu. Vit hava uppstiga verksmiðjur umborð á skipum, umframt at hava gjørt bæði størri og smærri umvælingar á fiskavirkjum. Saman við okkara samstarvsfeløgum kunnu vit eisini veita køli-og frystiskipanir bæði á landi og sjógvi.
Framleiðsla

Transportbond
Vit framleiða transportbond til ymisk endamál. Hvørt endamálið er at flyta fisk, kassar, salt ella okkurt heilt annað eru vit klár til uppgávuna.

Skamlar til flakabond
Skamlarnir hjá okkum eru væl dámdir. Vit hava lagt okkum eftir einum sniðið sum ger teir lættar at halda reinar og praktiskar til dagliga nýtslu.

Skeriðborð
Skeriborð kunnu fáast í ymiskum sniðum og støddum. Setið tykkum í samband við okkum og vit finna rætta sniðið og mátini til tín tørv.

Kassavendarar
Kassavendarar vera framleiddir bæði við og uttan eina hydrauliska statión. Kassavendarin fæst í ymsum støddum og rustfríum tilfari 304/316.

Kryvjimaskinur
Vit hava serkøn starvsfólk við áralongum royndum, ið viðlíkahalda og høvuðsumvæla kryvjimaskinurnar frá KM Fish, sum finnast umborð á fleiri føroyskum trolarum. Fyri at stytta um viðlíkahaldstíðina leggja vit stóran dent á altíð at hava allar neyðugar eykalutir á goymslu. Soleiðis kunnu vit tryggja, at kundin skjótast gjørligt verður klárur aftur at leggja frá landi.

Goymslan
Vit leggja stóran dent á at viðgera allar fyrispurningar skjótt og væl og arbeiða miðvíst fram ímóti at finna bestu loysnirnar fyri okkara kundar.
Goymsla okkara er væl útgjørd við einum breiðum úrvali av eykalutum og vørum, sum serliga eru ætlaðar alivinnuni og fiskivinnuni, umframt bátaútgerð.
At gera tað so lætt sum gjørligt fyri tykkum er umráðandi. Tí leggja vit stóran dent á, at tú fært vøruna har, sum tú hevur brúk fyri henni – og júst tá tú hevur brúk fyri henni.
Skulu vit
samstarva?
Setið tykkum í samband við okkum, og vit kunnu tosa um hvussu vit loysa uppgávuna saman við tær
Jóhan Henrik Olsen
Stjóri
Hanni Højgaard
Formaður