Loysnir til alivinnu

Univice AWI hevur drúgvar royndir í framleiðslum og tænastum í Føroyum, og seinnu árini í eitt nú Skotlandi, Norra og Íslandi.

Í Univice tøknismiðjuni verða eginmentar loysnir til landaling framleiddar úr rusfríum o.ø. tilfari, við hollari ráðgeving og sniðgeving úr egnari verkfrøðistovu.

AWI verkstaðið framleiðir alikør úr glasfibri (GRP) og plasti (PP/PE), umframt eykaútgerð til alikørini.

Vørur til alivinnu

Loysnir


Alikør

Veitan av alikørum í Glasfipri (GPR) ella Plasti (PP/PE)

Norðurlenskt umboð
fyri franska Faivre

Faivre er heildarveitari til smoltstøðir. Við einum heildarveitara, fær tú eina skipan, ið er gjørd soleiðis, at allir deilir passa saman, uttan nakra dýra tillaging.

Projekteraðar
loysnir

Vit kunnu eisini tekna og projektera loysnir til ymisk endamál. Tað kann vera at gera nýggjan útbúnað frá grundini, umvæla og dagføra verandi skipanir, broyta arbeiðsgongdir og framleiðsluútbúnað ella útbyggja verandi loysnir, so tær betri samsvara við tørvin og menningina hjá kundanum. Okkara mál er altíð at finna praktiskar og effektivar loysnir, sum gera arbeiðið lættari og framleiðsluna betri.

Skulu vit
samstarva?

Setið tykkum í samband við okkum, og vit kunnu tosa um hvussu vit loysa uppgávuna saman við tær.

Bárður Kjeld
Bárður Kjeld

Sølufólk verkætlanir