Loysnir til vinnuna

Vinnan á landi fevnir um arbeiði í breiðastu merking. Okkara framleiðsla tænir eitt nú byggifyritøkum, entreprenørum, kommunum og mongum øðrum virkjum.

Vit bjóða eisini kør og tangar úr plasti, eins og framleiðslu í glasfibri, sum verður gjørd í Føroyum.

Harumframt projektera, framleiða og uppseta vit loysnir bæði til vinnubygningar og sethús, millum annað platformar, transportbond, gelendarar og altanir.

Tilfar

Univice er tín veitari av jarni, rustfríum og aluminium í Føroyum! Vit hava stáli til endamáli, so set teg í samband við okkum og fá eitt óbindandi tilboð.

Sí okkara fjølbroyttu vøruskrá, set teg í samband við okkum ella støkk inn á gólvið.

Projekteraðar
loysnir

Vit kunnu eisini tekna og projektera loysnir til ymisk endamál. Tað kann vera at gera nýggjan útbúnað frá grundini, umvæla og dagføra verandi skipanir, broyta arbeiðsgongdir og framleiðsluútbúnað ella útbyggja verandi loysnir, so tær betri samsvara við tørvin og menningina hjá kundanum. Okkara mál er altíð at finna praktiskar og effektivar loysnir, sum gera arbeiðið lættari og framleiðsluna betri.

Skulu vit
samstarva?

Setið tykkum í samband við okkum, og vit kunnu tosa um hvussu vit loysa uppgávuna saman við tær

Marjun N. á Líðini
Marjun N. á Líðini

Goymsluleiðari

Jóhan Henrik Olsen
Jóhan Henrik Olsen

Stjóri