Frá byrjan

Hava vit arbeitt miðvíst fyri at veita skipum við bryggju í Føroyum eina dygdargóða og álítandi tænastu. Vit hava uppstiga verksmiðjur umborð á skipum, umframt at hava gjørt bæði størri og smærri umvælingar á fiskavirkjum. Saman við okkara samstarvsfeløgum kunnu vit eisini veita køli-og frystiskipanir bæði á landi og sjógvi.

Framleiðsla

Kryvjimaskinur

Vit hava serkøn starvsfólk við áralongum royndum, ið viðlíkahalda og høvuðsumvæla kryvjimaskinurnar frá KM Fish, sum finnast umborð á fleiri føroyskum trolarum. Fyri at stytta um viðlíkahaldstíðina leggja vit stóran dent á altíð at hava allar neyðugar eykalutir á goymslu. Soleiðis kunnu vit tryggja, at kundin skjótast gjørligt verður klárur aftur at leggja frá landi.

Goymslan

Vit leggja stóran dent á at viðgera allar fyrispurningar skjótt og væl og arbeiða miðvíst fram ímóti at finna bestu loysnirnar fyri okkara kundar.

Goymsla okkara er væl útgjørd við einum breiðum úrvali av eykalutum og vørum, sum serliga eru ætlaðar alivinnuni og fiskivinnuni, umframt bátaútgerð.

At gera tað so lætt sum gjørligt fyri tykkum er umráðandi. Tí leggja vit stóran dent á, at tú fært vøruna har, sum tú hevur brúk fyri henni – og júst tá tú hevur brúk fyri henni.

Skulu vit
samstarva?

Setið tykkum í samband við okkum, og vit kunnu tosa um hvussu vit loysa uppgávuna saman við tær

Jóhan Henrik Olsen
Jóhan Henrik Olsen

Stjóri

Hanni Højgaard
Hanni Højgaard

Formaður