Lærupláss – maskinsmiður

Lær til maskinsmið hjá okkum

Hevur tú hug at gerast maskinsmiður? Kom í læru hjá okkum sum maskinsmiður og gerst partur av ein góðum starvsfólkahópi. Vit eru altíð klár at bjóða rætta umsøkjaranum eitt lærupláss. Vit framleiða mangt og hvat bæði til føroysku og útlendsku kundar okkara.

Tá man er avlærdur, eru góðir møguleikar at halda áfram í fyritøkuni ella fara undir víðari lestur, eitt nú maskinist ella maskinmeistara.

Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: í alt 55 vikur (deilt sundur á ávikavist 20, 20, 10 og 5 vikur. Tú kanst velja at ganga á Glasi ella á Teknsika skúla í Klaksvík
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. Flokk)

Útfyll frymilin niðanfyri og viðheft eina umsókn og byrja tína yrkisleið hjá okkum.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Søk starv

Lærupláss – maskinsmiður