
Teknistovan
Okkara mál er altíð at finna praktiskar og effektivar loysnir, sum gera arbeiðið lættari og framleiðsluna betri.
Heildarloysnir
Á teknistovuni í Runavík kunnu vit tekna og projektera loysnir til ymisk endamál. Okkara mál er altíð at finna praktiskar og effektivar loysnir, ið gera arbeiðið lættari og framleiðsluna betri.

Vit hjálpa tær
Vit bjóða professionellar heildarloysnir frá fyrsta hugskoti til lidna verkætlan. Okkara tænastur fevna um projektering, tekniskar tekningar, og kunnu vit vera ein aktivur partur av royndarkoyring og uppfylging. Við drúgvum førleikum skapa vit loysnir – frá hugskot til veruleika. Á teknistovuni arbeiða dugnaligu starvfólk okkara við framkomnum forritum eitt nú AutoCAD og Inventor.

3D skanning
Fyri at fáa allar detailjurnar við í eina upptekning, hava vit framkomna 3D skannara, ið ger tað ómakaleyst at koma væl frá byrjan. Eisini er møguligt at 3D skanna

Vatnskering
Vatnskerarin er ein sera góð loysn til bæði einføld og sera fløkt snið, man fær ein penan skurð, ið krevur lítla eftirviðgerð. Eitt fantastiskt amboð tá dygd, fjølbroytt nýtsla og neyvleiki eru avgerandi.
Vatnskering gevur eina neyva og reina skering við ongari hitaávirkan, ið kann brenna ella ávirka sniðið. Vatnskeringin gevur minni tilfarsspill og við at brúka sand at skera við, slepts undan kemikalium til skeringina. Vatnskering kann brúkast til alskyns tilfari m.a. stál, aluminium, plast, glas, stein, gummi og komposit.

3D prent
3D-print hevur verið eitt nýbrot innan framleiðsluídnaðin. Tøknin ger tað møguligt at framleiða prototypur, eykalutir og serframleiddar lutir fyri ein lágan kostna og skjótari leveringstíð. Harumframt kann framleiðslan tillagast skjótt eftir tørvi, uttan stórar broytingar í framleiðslugongdini. Hetta ger 3D-print til eina framkomna og kappingarføra loysn hjá einum nútímans virkið.
Skulu vit
samstarva?
Setið tykkum í samband við okkum, og vit kunnu tosa um hvussu vit loysa uppgávuna saman við tær
Sonni Højgaard
Teknistovan