RING
Univice - AWI Boats
  • Univice
  • Útgerð
  • Tilfar
  • Tænastur
  • Avrik
  • Um Okkum
    • Starvsfólk
    • Samband
    • Leys størv
    • Stuðul
  • AWI Boats
  • Univice
  • Útgerð
  • Tilfar
  • Tænastur
  • Avrik
  • Um Okkum
    • Starvsfólk
    • Samband
    • Leys størv
    • Stuðul
  • AWI Boats
Starvsfólk
Samband

Um Univice

Univice bleiv stovnað í 2010 av Jóhan Henrik Olsen, Petur Jákup Petersen og Jógvan Andrias Debes. Virksemið bleiv riggað til í leigaðum hølum fyrstu árini, har høvðusdentur bleiv lagdur á arbeiði við rustfríum til virkir og skip.

Virksemið vaks skjótt, og longu eftir einum ári, varð verkstaður og goymsla fult etablerað innan økið.

Í 2013 keypti Jóan Petur Frederiksberg seg inn í fyritøkuna, og eigaraviðurskiftini eru nú, at Jóhan Henrik Olsen, Jógvan Andrias Debes og Jóan Petur Frederiksberg eiga Univice.

Um ársskiftið 2012-13 keypti Univice kendu glasfiburbáta fyritøkuna AWI Boats í Runavík. Univice og AWI Boats húsast í dag í 1200 fermetra stóra bygninginum á Rókahavnini í Runavík, sum Univice keypti í samband við yvirtøkuna av AWI.

AWI Boats er elsta og best kenda navnið innan glasfiburbátaframleiðslu í Føroyum, og hevur AWI framleitt uml. 300 bátar, sum eru spjaddir um øll norðanlond. Síðan Univice keypti AWI, eru ikki minni enn 7 bátar framleiddir og seldir til Grønlands. 

Í dag starvast 20-30 fólk í fyritøkuni. Høvðusvirksemið hjá Univice er enn innan framleiðsluútbúnað úr rustfríum stáli til skip og virkir. Univice veitir eisini ráðgeving, tekning og projektering saman við eigarum og leiðarum hjá kundunum, í samband við framleiðslulinjur og arbeiðsgongdir á virkjum og skipsdekkum.
Billede

Jóhan Henrik Olsen

STJÓRI OG EIGARI
+298 21 85 90
Billede

Piddi Fredriksberg

EIGARI
​+298 50 77 04
Billede

Jógvan Andrias Debes

EIGARI
​+298 22 04 00

Univice Spf.

email

[email protected]

​

telefon

​+298 44 91 00​

adressa

Rókavegur 8
FO-620 Runavík


Ⓒ Univice