Ert tú framleiðslutøkningur ella hevur tú royndir at tekna í 2 og 3D?
Virksemi hjá Univice er støðugt vaksandi bæði í Føroyum og uttanlands. Vit søkja tí eftir einum fólki afturat at arbeiða á teknistovuni. Saman við okkara dugnaliga verkfrøðingi kemur tú millum annað at:
tekna í 2 og 3 d
styrkirokna
gera skeri-og arbeiðstekningar
avgreiða ymsar uppmátingar
gera arbeiðstekningar til vatnskeraran
Førleikar: Fyrimunur um tú ert framleiðslutøkningur ella verkfrøðingur. Vit bjóða:
Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvið við góðum starvsfeløgum
Arbeiðsstað í Runavík
Løn og setanartreytir: Løn og setanartreytir eru í samráð við Univice.
Umsóknarfreist: Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum. Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan Henrik Olsen á tlf. 218590.
Umsóknina sendir tú til [email protected] ella við at nýta frymilin í høgra bredda