Virksemi hjá Univice er støðugt vaksandi bæði í Føroyum og uttanlands. Vit søkja tí eftir fleiri dugnaligum handverkarum, sum kunnu styrkja okkara toymi.
Tú ert:
antin útbúgvin maskinsmiður, kleinsmiður, maskinistur, maskinmeistari ella hevur aðra relevanta útbúgving.
nærløgd/nærlagdur, álítandi og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
Vit bjóða:
Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvið við góðum starvsfeløgum
Arbeiðsstað í Runavík, men arbeiðsøkið fevnir um alt landið
Løn og setanartreytir: Løn er sambært avtalu og galdandi kollektiva sáttmála.
Umsóknarfreist: Størvini verða sett, tá rætti viðkomandi er funnin. Er hetta tú? Send okkum eina umsókn á[email protected] Tú kanst eisini senda umsóknina í bjálkanum til høgru. Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan Henrik Olsen á tlf. 218590.